Dampsperra ikki neyðug

Pappírsull er eitt lívrunnið evni, sum er fukttransporterandi. Tað vil siga, at Papírsull loyvir vætu at fara framvið, uttan at tað ger bjálvingarevnunum mun. Kemur væta á Pappírsull, leiðir hon til dømis vætuna víðari til útvegg ella loft, haðani hon skjótt guvar burtur í sól og vindi ella verður ventilerað burtur.

Sjálvt um Papírsull verður slavin, varðveitir hon bjálvingarevnini. Verður bjálvað við pappírsull er dampsperra oftast óneyðug alla aðrastaðni enn í vátrúmum (vátrúmstrygging). Pappírsull loyvir konstruktiónini at ”anda”, og tí verður inniluftin betri.

Óneyðugt við dampsperru

Pappírsull er hygroskopiskt tilfar. Tað vil siga, at tilfarið er fukttransporterandi og kann taka vætu í seg og lata vætu frá sær. Sambært kanning, sum Statens Byggeforsknings Institut hevur gjørt, er dampsperra ikki neyðug, tá Pappírsull verður brúkt sum bjálving.

Sjálvt tá tað er sera ráligt, eru bjálvingarevnini í Pappírsull mest sum óbroytt. Tað vil siga, at um Pappírsull av onkrum ótættleika í konstruktiónini sýgur vætu í seg, letur hon hana frá sær aftur, tá umstøðurnar loyva tí, og so endurvinnur Pappírsullin alla bjálvingarstyrkina. Vætan verður upptikin í kyknuveggirnar í bjálvingartilfarinum soleiðis, at tað framvegis er stillstandandi luft bæði ímillum og í innanopnu trevjunum.

Tí vilja vit fegin sleppa undan dampsperru

Ein dampsperra er eitt stórt stykki av plastmembrani, sum verður løgd inn í konstruktiónina fyri at forða fyri fukt og kondensi. Dampsperran skal vera heitaru megin konstruktiónina fyri at forða vætu frá inniluftini at vinna út í konstruktiónina og skaðla hana. Her hevur tað týdning, at dampsperran er lutfalsliga diffusiónstøtt. Dampsperra forðar fyri náttúrligum luftskifti, og avleiðingin er ring inniluft, tí  konsentratiónin av radon, dustmottu, blámusoppi o.ø. veksur. Bara um tú brúkar mineralull mást tú altíð hava dampsperru. Tað kemst av, at mineralull ikki hevur somu náttúrligu eginleikar sum Pappírsull at handfara ta vætu, sum kann koma í bjálvingina.

Eldri hús við ótættari dampsperru

Í eldri húsum kann tað vera torført at kanna støðuna á verandi dampsperru. Hevur tú illgruna um, at dampsperran er ótøtt, eigur mineralull ikki at verða brúkt, tí so er vandi fyri fuktskaða, sum aftur elvir til blámusopp, rot og hýggj.