Orkuvarðin

HVÍ BRÚKA ORKUVARÐAN?

Um tú vilt spara so nógvar pengar, orku og CO2 sum gjørligt, ræður um at gera tingini í rættari raðfylgju. Alt í húsinum/bygninginum hongur saman soleiðis, at tú altíð fært besta úrslit, um støði verður tikið í orkuvarðanum frá byrjan. Bæði tá tú skalt umvæla og byggja nýtt.

Dømi: Um tú gert íløgu í eina grøna hitaskipan til eini illa bjálvaði hús, verður hitaskipanin óneyðuga stór og dýr at keypa og reka. Sama er galdandi fyri nýggj hús. Um tú ístaðin byggir rætt og bjálvar væl og harvið avmarkar tørvin, soleiðis at húsini klára at halda einum jøvnum hita, er ein minni og bíligari orkuskipan rættara loysnin. Hevur tú so eisini lágorkukrevjandi hvítvørur og endurvinnur ókeypis hita, t.d. tróðurhita, er orkutørvurin enn lægri.

Samstundis fært tú eini lýggjari hús uttan gjóstur og vanda fyri soppi. Tann góða inniluftin skapar trivnað og avmarkar vandan fyri sjúkradøgum vegna ovurviðkvæmi o.a.

Ofta ber til at spara so nógva orku, at sparingin røkkur til íløgu i bjálving og/ella aðrar orkuumvælingar. Ístaðin fyri at gjalda fyri orku, rindar tú sparingina inn á lánið fyri umvælingina. Tí kunnu eisini tey, sum ikki hava tøkan pening til umvælingar, ofta fáa lut í ágóðum av orkuumvælingum, hóast tey hildu seg ikki hava ráð.

Fíggingarstovnar fáa tá eisini samstundis betri trygd fyri teirra lánum, tí haldføri og virði á ognini hækkar.