OSS - Ofta Settir Spurningar

Pappírsbjálving varð uppfunnin í 1892 í USA, og patenterað sama ár. Hon kom til Evropa eftir 2. heimsbardaga og finst nú um alt Evropa.

Í Danmark er tað einans Papiruld Danmark, sum framleiðir Pappírsull, og vit hava framleitt og selt Pappírsull síðan 1989.

Pappírsull er roynd og kannað á Dansk Brandteknisk Institut, Teknologisk Institut, Statens Byggeforsknings Institut (SBI), Bygge og Miljøteknik, Danmarks Tekniske Universitet (DTU), Dansk Standard (DS), Bedrift Sundheds Tjenesten (BST), Grøn Guide i Randers (GGFT), Hussvamp laboratoriet, Murværkscentret, v. fl.

Papiruld Danmark A/S er limur í yrkisfelagnum fyri danskar framleiðarar av hitabjálving – Varmeisoleringsforeningen (VIF). Felagið tryggjar, at limirnir og framleiðslan halda galdandi reglur og aðalkrøv í kunngerð um bjálvingartilfar. Framleiðsluvøra okkara er undir bæði innanhýsis og uttanhýsis eftirliti, har VIF í samstarvi við Teknologisk Institut kannar, um Pappírsull heldur fyrisett krøv.

Síðan 1997 hevur verið granskað í ymiskum sløgum av bjálvingartilfari, Pappírsull íroknað.
Tú kanst lesa frágreiðingarnar og síggja úrslitini á  www.alternativisolering.dk.
Flestu úrslitini eru savnað í SBI Ávísing nr. 207.

Pappírsull Danmark hevur áður framleitt formstykki/batts. Men tey eru tikin úr framleiðsluni.

Vit mæla til at brúka leyst granulat allastaðni har til ber, tí Pappírsull legst tætt inn at rørum og innleggingum og fyllir hvørja sprungu og foyru. Bjálvingin ballar seg sum ein dýna – uttan samlingar og kuldabrýr. Vit mæla til einans at brúka formstykkini, har tað ikki ber til at brúka granulat.

Brúka vit granulat, avmarka vit fyrikoming av kuldabrúm. Granulat legst heilt inn at øllum formum og fyllir sprungur og rivur, so bjálvingin verður púra tøtt. Soleiði fáa vit betri inniluft, tí vit beina gjóstur frá ótættleikum burtur. At bjálva við  mottum rundan um rør og aðrar skeivar formar er tvørligt og ringt at fáa at liggja at, og tað kann geva nógvan hitamiss.

Tá tú bjálvar við granulati slepst eisini undan avlopstilfari og burturkasti.

Í opnum konstruktiónum so sum loft og gólvkonstruktiónum, setir alt leyst granulat seg eitt sindur. Tað er eisini galdandi fyri Pappírsull. Vit leggja altíð eyka bjálving soleiðis, at Pappírsull kann seta seg, og vit harvið kortini fáa ta tjúkdina, vit vilja hava.

Í afturlatnum konstruktiónum verður Pappírsull komprimerað. Á henda hátt tryggja okkara góðkendu bjálvarar, at bjálvingin ikki setir seg. Arbeiðið verður gjørt sambært galdandi siðvenju og sambært okkara dygdarkrøvum, sum altíð skulu fylgjast. Góðskutryggingarbløð verða útfylt fyri allar uppgávur.

Pappírsull er flokkað sum eldfimt bjálvingartilfar, men sølt verða latin í, sum veita loga- og glóðverju. Kemur eldur í, lata søltini vætu frá sær, og tað viðførir køling. Søltini guva ikki burtur sum frá líður, og verjan viknar heldur ikki. Pappírsull í konstruktiónini gevur líka gott íkast til eldmótstøðu sum steinull.

Pappírsull hvørki skriðar ella skøvar. Pappírsull er lívrunnið tilfar og hevur tí ongar syntetiskar trevjur, sum kann geva brúkaranum skriða, sviða ella nakran annan ampa.

Skift indhold

Pappírsull hevur eitt váttað lambdavirði, sum er 0,039 – tess lægri lambdavirði tess betri bjálvingarevni. Pappírsull hevur sostatt góð bjálvingarevni.

Pappírsull er innanholaðar sellulosutrevjur við støðuluft. Tað vil siga, at Pappírsull bjálvar í sær sjálvari øvut til dømis  mineralull, sum er úr tøttum trevjum.

Tann heilt stóri fyrimunurin við Pappírsull er, at bjálvingin er ein samanhangandi flata uttan eina ta einastu samling. Har eru hvørki avskeringar, spill, tillagingartrupulleikar eller svinn, tí Pappírsull lagar seg so neyvt eftir umhvørvinum. Pappírsull er júst tað rætta at eftirbjálva til dømis loft við, tí hon fer niður í hvørja rivu og sprungu, sum kann gera kuldabrýr. Rivur og sprungur koma ofta av, at vit hava goymt flytikassar uppi á loftinum oman á bjálvingartilfarinum og av møguligum ventilatións- el, hvs og antennuarbeiðum, sum eru gjørd onkuntíð.

Í pappíri eru náttúrlig bindievni, sum gera, at tað ikki fýkur burtur. Tá Pappírsull hevur ligið í nakrar vikur, bindist hon saman av tí lutfalsliga ráa, sum er á loftinum. Tú kanst á sera ábærum støðum spræna vatnsirm á skorpuna/omaná. Á henda hátt bindist Pappírsull enn meira.

Vit nýta bara avlops- og endurnýtsludagbløð – og bara donsk dagbløð. Vit brúka einki annað pappírstilfar sum til dømis gamlar pengaseðlar ella gliturpappír úr vikubløðum.

Tað er av tí, at gliturpappír er samankroyst pappír, sum hevur upp í 60% av øsku, liting og íblandingarevnum, sum viga nógv og fylla lítið. Dagbløð fylla nógv og viga sera lítið.

Síðani 1988 verða donsk dagbløð einans prentað við prentsvertu av fiskaolju, rapsolju v.m., og litirnir eru úr matvørugóðkendum litevnum, tað vil siga ongum eitrandi evnum. Sjálvt valsarnir til prentingina mugu einans reinsast við umhvørvisvinarligum reinsievnum.

Pappírsull er 85% vekt fínmalið avíspappír og 5 vekt % borsølt og 10 vekt% aluminiumhydroxid.

Aluminiumhydroxid verður m.a. brúkt sum slípievni í tannkremi, trygdarsvávulpinnum og til at vætuverja toy v.m. Borsalt verður m.a. brúkt til eygnaskolivatn og til rot-, soppa- og eldverju. Í eini kanning, sum fyritøkan Chemtox Miljørådgivning hevur gjørt, er niðurstøðan, at til dømis við útblásing leyst á einum lofti, altso  í tí føri, brúkarar okkara eru mest í samband við bjálvingartilfarið  og dustið haðani, skalt tú arbeiða 7,5 tíma um dagin í samfull 3 mannalív við ongari dustmasku, innan tú rakar markvirðini, sum enn verða mett at hava lítlan týdning.

Arbejdsmiljø Instituttet – AMI, hevur kannað útbreiðsluna av bor í inniluftini. Endamálið við kanningini hevur verið við bókmentakanningum og økismátingum at meta um borútbreiðslu í inniluftini í húsum við og uttan bjálvingartilfar, sum er viðgjørt við borhavnum evnum. Úrslitið av kanningini vísir ikki til nakra grein, sum nevnir at borsýra ella boraks kemur fyri í inniluftini. Grundað á økismátingarnar koma vit til ta niðurstøðu, at útbreiðslan í inniluftini ikki ella bert í sera lítlan mun er øðrvísi enn í luftini uttanfyri.

Pappírsull er fukttransporterandi (hygroskopisk), og tí verða hús við Pappírsull ofta bygd við ongari plastdampsperru. Tað vil siga, at bæði býli og konstruktiónir kunnu anda. Teknologisk Institut hevur m.a. góðskutryggjað 10 bústaðir bjálvaðir við Pappírsull uttan dampsperru. Úrslitini vísa, at einki tekin er um fukt ella kondens, og lutfalsligi ráin er lágur.

Í  greinasavninum “Bygningsdele med Cellulose og Høruld” sum Bygge og Miljøteknik- og Brandteknisk Institut hava gjørt, finst ein heilt einastandandi háttur at ávísa fuktviðurskifti í byggikonstruktiónum. Stutt sagt skal tú tryggja, at lufttætt er á innsíðuni, og at hon skal vera minst fimm ferðir tættari enn útsíðan á lagdeildum konstruktiónum, t.d. veggjum. Hetta klárar tú lættliga uttan at brúka plastdamsperru.

Hugsa vit um vatnskaðar av t.d. brostnum vatnrørum o.t., so verður Pappírsullin eisini skadd og skal tí skiftast eins og annað bjálvingartilfar. Fyrimunurin við Pappírsull er, at vatnskadd ull er løtt at súgva útaftur úr veggjunum.

Mýs og onnur súgdjór fáa ampa av borsøltunum, tí tey virka sóttreinskandi og tí turka húðina á teimum upp. Royndir vísa, at mýs ikki vilja búgva og reiðrast í Pappírsull. Borsøltini virka eisini við góðum úrsliti sum eitur til skordýr og soppagrókorn.

Stórt sæð allar byggikonstruktiónir kunnu bjálvast við Pappírsull, um tú heldur byggireglugerðina og tey brandtøkniligu krøvini, sum eru lýst í í “Eksempelsamling om brandskring af byggeri 2012” frá DBI.

Nýggir múrbindarar eru nú á døgum úr tinbronsu og stáli 18/10 og 18/8. Frágreiðing frá Teknologisk Institut vísir, at borsøltini í Pappírsull ikkí ávirka hesar nýggju múrbindararnar, so teir rusta/korrodera. Fyri 1980 vórðu múrbindarar úr galvaniseraðum stáli brúktir (Tað er bannað nú á døgum). Frágreiðingin hevur ta niðurstøðu, at borsøltini hevur lítla ávirkan á teir.

Borsýra er minni “eitrandi” enn køkssalt. Í 1 l av Pappírsull og 1 l av mold eru á leið sama mongd av bor, og tað er umleið helvtin av tí, sum er loyvt í einum l av drekkivatni. Chemtox Miljørådgivning orðaði í 1995 eina umhvørvismeting, har niðurstøðan var, at tú við útblásing á loft skalt arbeiða 7,5 tímar um dagin í 3 mannalív við ongari dustmasku áðrenn tú rakar markvirðini, sum enn vera mett at hava lítlan og ongan týdning.  Frágreiðingin var gjørd í 1995, men nú á døgum er minni bor í Pappírsull enn tá, og dustmongdin er samstundis munandi minkað. Tað vísa kanningar, sum Arbejdmiljøinstituttet hevur gjørt í samstarvi við Energistyrelsen.

Pappírsull er umhvørvisvinaligt evni, har rávøran í høvuðsheiti er endurnýtsludagbløð, og haraftrat er CO2 byrðan munandi minni í tilvirkanini enn í øðrum sløgum av bjálving. Pappírsull er haraftrat arbeiðsumhvørvisliga góð, tí hon hvørki skriðar ella klórar húðina, tá tú arbeiðir við henni.

Tað er ikki neyðugt at vera í dustmasku við atliti til arbeiðsumhvørvið, tá tú bjálvar við Pappírsull. At vit kortini mæla til at brúka dustmasku kemst av dustinum, sum er, tá tú leggur Pappírsull á t.d. eitt loft. Vanliga kemur dust frá verandi bjálving og annað vanligt dust aftrat. Tí viðmæla vit altíð at brúka dustmasku, so tú sleppur undan tí.

Vit hava bjálvarar, sum dagliga arbeiða við Pappírsull, og fleiri bjálvarar hava arbeitt dagliga við henni í meira enn 25 ár. Pappírsull er trygg at brúka og serliga sæð í mun til teir váðar, sum eru, um tú bjálvar við øðrum sløgum av bjálving, har fleiri hava bráðeitrandi evni í sær.