Vangamynd

​Spf Byggitrygd er ein ráðgevarafyritøka innan orkurætta bygging, sum eisini veitir tænastur innan bjálving og orkusparandi átøk í sethúsum og bygningum.

Okkara útgangsstøði er altíð at tú fært eini sunn og haldfør hús/bygning, uttan trupuleikar við fukti o.ø. og at orkutørvurin er so lágur sum hann kann verða. Vit arbeiða sambært Orkuvarðanum, tí hann tryggjar at tú fært mest møguligt fyri tína íløgu. 

Byggitrygd Spf. umboðar Pappírsull frá Papiruld Danmark A/S í Føroyum. Tað er ein donsk framleiðslu vøra, sum hevur verið framleidd í Hillerød síðan 1989.

Framleiðarin hevur tí drúgvar royndir og umfatandi fakliga servitan, sum vit altíð hava møguleika at nýta.

Pappírsull verður í høvuðsheitinum framleidd av donskum dagbløðum. Eftir danskari lóggávu frá 1988 má prentsvertan í donskum dagbløðum einans vera gjørd av fiskaolju, rapsolju v.m. og litevnini skulu vera góðkend til matvøru.

Teknologisk Institut hevur støðugt góðskueftirlit við Pappírsull.