10 góðar orsøkir

Tað er lætt at bjálva við Pappírsull. Pappírsull hvørki skriðar ella svíður og er tí góð at fáast við. Pappírsull verður blást inn, har ið hon skal brúkast. Bjálvingartilfar og maskina standa uttan fyri húsini, so bert ein innblásingarslanga kemur inn. So slepst undan, at bjálvingartilfarið verður borið gjøgnum húsið.

Er talan um timburvegg, bora vit holir eftir tørvi, typist Ø 16-33mm, sum vit bøta aftaná við træproppum ella PU-skúmi. Í summum førum verður bjálvað frá útsíðu gjøgnum klædningin, í øðrum førum frá innsíðu gjøgnum tapet. Tá verða smá holir skorin í tapetið ið kunnu umvælast aftaná uttan stórvegis skaðar í tapetinum. 

Er talan um tungan útvegg (holvegg), bora vit eitt hol í fuguna millum tveir músteinar, sum vit bøta aftur aftaná. Tað letur færri ”arr” vera eftir á fasaduni. So verður  Pappírsull blást inn við trýsti. Á henda hátt tryggja vit, at Pappírsull legst í øll holrúm, har tann verandi bjálvingin er fallin saman. Fyri at vera vís í, at holveggurin er fyltur heilt, verður Pappírsull blást inn gjøgnum fleiri hol í fasaduni. Holini verða bøtt aftur aftur við hóskandi fuku.

 

Ofta liggja leidningar og aðrar innleggingar undir bjálvingini á loftinum. Við Pappírsull er tað lætt og skjótt at sleppa til innleggingarnar – ullin verður bara skúgvað til viks. Aftaná verður hon løgd út yvir aftur og javnað við hond, rívu, kusti ella øðrum.

Er vandi fyri, at Pappírsull verður blást runt á serliga ábærum økjum, so er bara at spræna vatn á við einum sirmara. So fær Pappírsullin fasta og samanhangandi skorpu.

 

Bjálvingarevni verða máld eftir, hvussu nógvur hiti fer gjøgnum tilfarið – eisini nevnt lambdavirði. Tess lægri lambdavirði – tess betri bjálvingarevni.

Lambdavirdið fyri Pappírsull er 0,039, og tað svarar til, at tað bjálvar meira enn 10 % betur end t.d. Rockwool loftgranulat. Tað vil siga minni varmamissur og harvið minni varmanýtsla.

Tá vit bjálva við Pappírsull, verður bjálvingin ein heilur, samanhangandi flati, tað vil siga uttan nakað slag av kuldabrúgvum og varmamissi, sum ofta sæst, har samlingar eru, og har mottur eru skornar til.

 

Pappírsull er sera munadygg sum ljóðbjálving.

Royndir, sum Nordsjællands Akustik hevur gjørt, vísa, at Pappírsull við vanligari samrøðu minkar ljóðið 10 ferðir betri enn vanlig bjálving. Tað gevur munandi minni ljóðávirkan. Tað er ein fyrimunur serliga í húsum við barnafamiljum og húsum í fleiri hæddum, skrivstovubygningum, skúlum, stovnum o.a. Ljóðdoyvingin ger, at fótafet, tónleikur og gangur minkar munandi frá einari hædd til aðra.
Nordsjællands Akustik ApS hevur gjørt samanberandi ljóðmátingar av trimum ymiskum sløgum av bjálvingartilfari – pappírsull, steinull og glasull. 

Ljóðroyndin vísir, at Pappírsull ljóðbjálvar munandi betur enn steinull og glasull:

  • 84,0 DB sleppa gjøgnum 100 mm glasull
  • 79,2 DB sleppa gjøgnum 100 mm steinull
  • 65,2 DB sleppa gjøgnum 100 mm Pappírsull

Kelda: Samanberandi ljóðbjálvingarmáting, teknisk frágreiðing nr. nsja 10-22 (2010), Nordsjællands Akustik.
Note: Ljóðniveau mált 20 cm yvir demokassa, har lokið er bjálvað við ymiskum tilfari.
(Pappírsullin, sum er brúkt, er grundað á uppskrift og framleiðingarhátt hjá Papiruld Danmark A/S’).

Hetta svarar til, at ljóðbjálva vit við Pappírsull heldur enn glasull, kámast ljóðið 4 fald, so ljóðárinið er munandi minni. Tann stóri munurin í ljóðárininum kemst av sjálvum tilfarinum í Pappírsullini við innantómum sellulosutrevjum, sum forða ljóði at vinna ígjøgnum. Tit síggja alla frágreiðingina við at klikkja á leinkið høgumegin.

Pappírsull hevur lutfalsliga høgan tættleika ella densitet (28-65 kg/m3) og lýkur krøvini, sum verða sett til  ljóðviðurskifti í bygningum, t.d. myndugleikakrøv ella høgleikakrøv um ljóðbjálving og eftirljómatíð. Pappírsull kann tí verða brúkt sum ljóðabsorbentur í t.d. skrivstovuskilarúmum, í veggjum millum íbúðir og sum ljóðregulering í stovnum, skúlum og skrivstovum.

 

Pappírsull er viðgjørd við eldtálmandi søltum, sum veita loga- og glóðverju. Søltini, sum eru latin í, guva ikki burtur við tíðini, og tey verða heldur ikki minni virkin. Við eldávirkan leyslata søltini vætu, so eldur slóknar.

Pappírsull í konstruktiónini gevur líka gott íkast til eldmótstøðu sum steinull.

Pappiírsull verður testað hjá framleiðaranum, Papiruld Danmark A/S, fleiri ferðir um dagin. 

Skjalfesting:

Dansk Brand- og sikringsteknisk Institut (DBI) hevur mált Pappírsull at hava eina ta bestu brandmótstøðuna á marknaðinum. Tað vísir ein frágreiðing og aðrar royndir hjá m.o. varastjóra Ejner Danø DBI, sum hevur gjørt royndir við fleiri ymiskum sløgum  av bjálvingartilfari.  (Leinki til frágreiðing) + annað

Frágreiðing frá DBI, juli 2001: 
Brandmodstandsbidrag for alternative isoleringsmaterialer med fastholdelsessystem

Stuttur samandráttur: 
Brandmodstandsbidrag for alternative isoleringsmaterialer med fastholdelsessystem

Frágreiðing frá KS-Byggeteknisk Service, september 2001: 
Organiske isoleringsmaterialers brandmodstand

 

Í veggir og øðrum lukkaðum bygningslutum verður pappírsullin blást inn undir trýsti. Hetta tryggjar at bjálvingin ikki sjúnkar. Arbeiði verður gjørt eftir galdandi reglum, og okkara góðskutrygging tryggjar at bjálvingin er komprimera so hon ikki sjúnkar.

Tá pappírsull verður blást leys omaná td. eitt loft, vil bjálvingin sjúnka eitt sindur. Tí verður altíð lagt uppfyri, og eyka bjálving verður løgd omaná. Hetta tryggjar at tjúgdin á bjálvingini er tann avtalaða tá ein tíð er farin.

 

Pappírsull er eitt lívrunnið evni, sum er fukttransporterandi. Tað vil siga, at Papírsull loyvir vætu at fara framvið, uttan at tað ger bjálvingarevnunum mun. Kemur væta á Pappírsull, leiðir hon til dømis vætuna víðari til útvegg ella loft, haðani hon skjótt guvar burtur í sól og vindi ella verður ventilerað burtur.

Sjálvt um Papírsull verður slavin, varðveitir hon bjálvingarevnini. Verður bjálvað við pappírsull er dampsperra oftast óneyðug alla aðrastaðni enn í vátrúmum (vátrúmstrygging). Pappírsull loyvir konstruktiónini at ”anda”, og tí verður inniluftin betri.

Óneyðugt við dampsperru

Pappírsull er hygroskopiskt tilfar. Tað vil siga, at tilfarið er fukttransporterandi og kann taka vætu í seg og lata vætu frá sær. Sambært kanning, sum Statens Byggeforsknings Institut hevur gjørt, er dampsperra ikki neyðug, tá Pappírsull verður brúkt sum bjálving.

Sjálvt tá tað er sera ráligt, eru bjálvingarevnini í Pappírsull mest sum óbroytt. Tað vil siga, at um Pappírsull av onkrum ótættleika í konstruktiónini sýgur vætu í seg, letur hon hana frá sær aftur, tá umstøðurnar loyva tí, og so endurvinnur Pappírsullin alla bjálvingarstyrkina. Vætan verður upptikin í kyknuveggirnar í bjálvingartilfarinum soleiðis, at tað framvegis er stillstandandi luft bæði ímillum og í innanopnu trevjunum.

Tí vilja vit fegin sleppa undan dampsperru

Ein dampsperra er eitt stórt stykki av plastmembrani, sum verður løgd inn í konstruktiónina fyri at forða fyri fukt og kondensi. Dampsperran skal vera heitaru megin konstruktiónina fyri at forða vætu frá inniluftini at vinna út í konstruktiónina og skaðla hana. Her hevur tað týdning, at dampsperran er lutfalsliga diffusiónstøtt. Dampsperra forðar fyri náttúrligum luftskifti, og avleiðingin er ring inniluft, tí  konsentratiónin av radon, dustmottu, blámusoppi o.ø. veksur. Bara um tú brúkar mineralull mást tú altíð hava dampsperru. Tað kemst av, at mineralull ikki hevur somu náttúrligu eginleikar sum Pappírsull at handfara ta vætu, sum kann koma í bjálvingina.

Eldri hús við ótættari dampsperru

Í eldri húsum kann tað vera torført at kanna støðuna á verandi dampsperru. Hevur tú illgruna um, at dampsperran er ótøtt, eigur mineralull ikki at verða brúkt, tí so er vandi fyri fuktskaða, sum aftur elvir til blámusopp, rot og hýggj.

 

Tað hevur stóran týdning fyri inniluftina, um húsini eru rætt og nóg væl bjálvað. Eru tey ikki tað, kann hetta elva til:

  • Kuldabrýr
  • Kuldaniðurfall
  • Kaldar veggir og gólv
  • Døgg á innaru síðu í vindeygum
  • Illlitaðar veggir og loft

Eitt kalt heim hevur stóra ávirkan á, hvussu tey, ið har búgva, hava tað. Vit hoyra ofta viðskiftafólk gremja seg um fótakulda, og at tað kann vera kalt at sita upp móti einum veggi. Tað kemst av kuldabrúm,  (Leinki!) sum koma har, ið tað er illa bjálvað. 

Í ringasta føri kann ring bjálving merkja vátar innveggir og harvið eisini hýggj og blámusopp. Tað er á ongan hátt sunt at liva í.

Eftirbjálvar tú við Pappírsull, fært tú orsøkina til hitamissin burtur, og tú fert at merkja mun á ymiskan hátt, m.a.:

  • Heitari rúm
  • Tú kanst skrúva týðiliga niður fyri termostatum á radiatorum
  • Heit gólv og veggir
  • Einki kondens í vindeygum
  • Lægri varmarokning
  • Betri ljóðbjálving t.d. millum hæddir

 

Pappírsull verður viðgjørd við søltum fyri at verja móti roti og blámusoppi. Søltini virka haraftrat uppturkandi fyri smákykt, og royndir vísa, at teimum ikki dámar at liva og reiðrast í Pappírsull.

 

Pappírsull er umhvørvisvinaligt bjálvingartilfar, sum verður gjørt úr sellulosutrevjum úr donskum dagbløðum. Dagbløðini skulu sambært danskari lóggávu einans prentast við umhvørvisvinarligum litum og prentsvertu.

Vit góðska blaðið til dygdargott byggitilfar. Í tí tilgongdini verður ikki nógv orka brúkt, og tað merkir, at dálkingin – CO2 útlátið –  er heilt lítið.

Samlaða CO2 byrðan fyri at framleiða Pappírsull er tí munandi minni enn fyri at framleiða t.d. mineralull. 

 

Steinull, letur út uml. 27 kg CO2/m3

Glasull, letur út uml.  20,5 kg CO2/m3

Pappírsull, letur út uml. 7 kg CO2/m3

 

Til framleiðsluna av Pappírsull fer sostatt 3 – 4 ferðir minni orka enn til tilsvarandi mongd av steinull.

Pappírsull letur harvið munandi minni av CO2 frá sær og er, sambært Statens Byggeforskningsinstitut 2003, munandi reinari at framleið enn onnur sløg av bjálvingartilfari.

Papiruld er 100 % endurnýtiligt tilfar. Tað vil siga, at avlop ella gomul Pappírsull, sum ikki verður brúkt, kann fara til endurnýtslu ella verða til sankutøð.


Tá tú velur Pappírsull, tekur tú í verki støðu til umhvørvið.