Bjálvi sjálvi við bjálvimaskinu

Um tit ynskja at gera bjálviarbeiðið sjálvi við bjálvimaskinu, so kunnu vit levera bjálvingina og læna tykkum útgerðina.

Bjálving og bjálvimaskina er tá í einum vørubili (vanligt koyrikort), sum tit læna ókeypis frá okkum.

At læna vørubilin við bjálvimaskinuni er ein løtt loysn sum tey flestu megna, bara við eitt sindur av hegni til handverk. Maskinan er løtt at brúka og bjálvingin skal ikki berast inn á loftið, men verður blást inn við slangu frá maskinuni í bilinum.

Flest allir bygningslutir eru egnaðir at bjálva á henda hátt, men mest upplagt hjá óroyndum bjálvara er, at bjálva á loftinum – bæði í samband við nýbygging og endurbjálving.

Vørubilurin verður avheintaður á goymsluni í Løkjatúni 1 á Argjum, og verður latin inn aftur sama stað tá arbeiðið er liðugt.

Íroknað er:

  • Vørubilur
  • Bjálvimaskina og onnur neyðug bjálviútgerð
  • Bjálving
  • Ráðgeving um byggiteknisk atlit í samband við bjálving
  • Ráðgeving um hvussu loftið kann vera gjørt klárt til bjálving

Kostnaðurin fyri hetta er úr kr. 49,- við mvg, fyri hvønn fermetur á 100mm bjálving.

Øll neyðug ráðgeving via telefon og teldupost um bjálving og klárgerðing áðrenn bjálving, er ókeypis. Um tørvur er á, at vit koma á ástaðarvitjan í samband við ráðgevingina, er hetta móti gjaldi.

Send okkum ein fyrispurning um kostnaðarmeting her, har tit lýsa projektið hjá tykkum nærri. Viðmerk, at tit ynskja at bjálva sjálvi við bjálvimaskinu – so senda vit sum skjótast eina óbindandi kostnaðarmeting við telduposti.