Kostnaðarmeting - útveggur

Um tú umhugsar at bjálva ella endurbjálva við pappírsull, so kunnu vit gera tær eina skjóta og óforpliktandi kostnaðarmeting.

Á tann hátt vita bæði tú og vit eitt sindur meira um uppgávuna, áðrenn farið verður víðari við einum ítøkiligum tilboði.

Upplýsingarnir tú sendir okkum verða einans brúktir til at senda tær eina kostnaðarmeting, onki annað. Um vit ikki hoyra aftur frá tær, so vita vit tú ikki hevur áhuga og vit kontakta teg ikki um hetta aftur.

Kostnaðarmeting - Útveggir:

Skriva fornavn
Skriva eftirnavn
Skriva adressu har bjálvast skal
Skriva postnummar har bjálvast skal
Skriva bygda- ella býarnavn har bjálvast skal
Skriva telefonnummar (helst fartelefonnummar)
Ger stutta lýsing av tí tú hugsar um at bjálva, fyri at vit kunnu gera so neyva kostnaðarmeting sum gjørligt. Best um tú eisini kann lýsa hvussu veggurin er uppbygdur, tilfarsvalið frá innast til uttast.
Upplýs samlað veggareal í m2, tá vindeygu og hurðar eru drigin frá.
Upplýs samlaða bjálvingatjúkd í mm, sum pláss er fyri í vegginum.
Upplýs avstandin millum nærmasta parkeringspláss har bilurin hjá okkum við bjálvimaskinuni kann standa og húsini (avstandur umleið í metrum)
Vel tað ið lýsir veggin best
Vel tað ið lýsir veggin best
Tá bjálvað verður frá innsíðu verða 22-33mm holir boraði í veggin, til innblæsing av bjálving. Holini verða síðan tett við timburproppum ella PU-skúmi, alt eftir hvat hóskar seg best til støðuna. Vel um tú ætlar at umvæla tapetið aftur ella um tú ætlar at tapetisera av nýggjum, ella um tú plátar veggin av nýggum aftaná bjálving.
Tá bjálvað verður frá útsíðu verða 22-50mm holir boraði/skorin í veggin, til innblæsing av bjálving. Holini verða síðan tett við timburproppum, PU-skúmi ella tape, alt eftir hvat hóskar seg best til støðuna. Um neyðugt er við stilassi, verður roknað við at hetta stendur uppi tá vit koma at bjálva.
Upplýs verandi bjálvingatjúkd í mm, um gomul bjálving er í vegginum.
Upplýs hvat verandi bjálving er gjørd úr
Upplýs hvussu gamla bjálvingin situr í vegginum

Tá vit hava móttikið oyðiblaðið gera vit eina vegleiðandi kostnaðarmeting, sum vit senda tær við telduposti.

Um kostnaðarmetingin er áhugaverd og tú ynskir eitt ítøkjuligt tilboð, er næsta stigið eitt “Ókeypis bjálvingarkjekk“.

Eitt ókeypis bjálvingarkjekk merkir, at vit koma á staðið fyri at kanna umstøðurnar nærri og at máta upp til eitt ítøkiligt tilboð. Eisini ráðgeva vit tá ókeypis um bygningsfysisk atlit, ið eiga at vera tikin í samband við bjálvingararbeiðið, og eisini hvussu konstruktiónin kann gerast klár til bjálvingina.