Byggitrygd søkir eftir bjálvara

Vegna vøkstur sóknast vit eftir fólki (m/k) til bjálviarbeiði, at byrja skjótast til ber.

Vit ynskja ein starvsfelaga, ið hevur hug at gerast serfrøðingur í bjálving, og sum verður hjá okkum í nógv ár.

Fyri tað mesta er talan um bjálviarbeiði, tó kann eisini vera talan um lættari byggiarbeiði í samband við bjálviarbeiðið. Arbeiðsuppgávurnar eru ymsar og vit eru sjáldan leingi á sama arbeiðsstaði.

Tú fært góða upplæring í arbeiðnum, tí tað er sera týdningarmikið, at arbeiðið verður rætt gjørt, bæði fyri kundan og fyri okkum.

Arbeiðsøki

  • bjálving av nýggjum og gomlum húsum/bygningum við pappírsull og træfipurull.
  • bjálving av hitarørum og ventilatiónsrørum við mineralull.
  • lættari handverksarbeiði innan timbur og HVS.
  • fyrifallandi arbeiði á goymsluni.

Vit vænta, at tú

  • hevur royndir innan timburarbeiði, HVS ella líknandi, og hevur gott hegni til handverk.
  • hevur hug at menna teg fakliga.
  • hevur góð samstarvsevni og kann bæði arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
  • ert álitandi, fyrikomandi og kundavinarlig/ur.
  • ert nærløgd/nærlagdur og røkin.
  • hevur koyrikort til persónbil (B).

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir verða samsvarandi førleikum, útbúgving og royndum.

Meira at vita

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jens Paula Dahl, á tlf. 239099.

Umsókn

Er hetta nakað fyri teg, so send okkum sum skjótast eina umsókn saman við CV og møguligum prógvum og viðmælum til jpd@byggitrygd.fo

Umsóknir vera viðgjørdar so hvørt tær koma og starvið verður sett skjótast gjørligt.