hvussu vilt tú bjálva?

Tørvurin er ymiskur tá farið verður undir at bjálva, bæði í samband við nýbygging og í samband við endurbjálving.

Summi vilja hava eina heildarloysn, har tey kunnu seta seg afturá og bara kenna seg tryggan um, at arbeiðið verður gjørt frá byrjan til enda av fakfólki.

Onnur vilja hava fakfólk at ráðgeva og taka sær av sjálvari bjálvingini, meðan tey sjálvi vilja taka sær av øllum øðrum í samband við at gera klárt til bjálvingina.

Eisini eru nøkur, ið vilja gera alt arbeiðið sjálvi. Tey duga kanska sjálvi, ella hava ein fakmann at hjálpa sær, og hava tí bert tørv á at keypa bjálvingina.

Óansæð hvør tørvurin er, so kunnu vit veita tað tú hevur brúk fyri um tú ætlar at bjálva við pappírsull ella træfipurull.

Legg tó til merkis, at málara-arbeiði og el-arbeiði er ikki partur av okkara veitingum.

 


Bjálving við

pappirsull

Ókeypis telefon raðgeving *

Ókeypis bjálvingatjekk *

Pappírsull, ISO-LET *

Projektlýsing *

Pappírsul, STANDARD *

Pappírsull, LJÓÐ *

Ventilering av tróðri *

Timburarbeiði, gongubreyt o.a. *

Skrivligt bjálviváttan *

ger-tað-sjálv/ur (GTS)

Til tín ið vil bjálva við pappírsull og sum vil gera alt arbeiðið sjálv/ur

bJÁLvingapakki

Til tín ið vil bjálva við pappírsull og sum vil hava okkum at ráðgeva og bjálva, og so gera restina av arbeiðnum sjálv/ur

heildarpakki

Til tín ið vil bjálva við pappírsull og sum vil hava ein heildarveitara at taka sær av øllum