Vangamynd

​Spf Byggitrygd er ein ráðgevarafyritøka innan bygningsfysikk og orkurætta bygging, sum eisini veitir tænastur innan bjálving og orkusparandi átøk í sethúsum og bygningum.

Við okkara vitan, royndum og eldhuga at eyðmerkja góðar loysnir innan orkurættar umvælingar og nýbyggingar, spara okkara kundar óneyðugar útreiðslur til upphiting, bygging og viðlíkahald.

Okkara útgangsstøði er altíð at tú fært eini sunn og haldfør hús/bygning, uttan trupuleikar við fukti o.ø. og at orkutørvurin er so lágur sum hann kann verða. Vit arbeiða sambært Orkuvarðanum, tí hann tryggjar at tú fært mest møguligt fyri tína íløgu. 

Byggitrygd er sprottið úr áhuganum at fáast við orku og at gagnnýta orku í sambandi við bygging og byggiverkætlanir.

Hetta er eitt rák vit síggja rundanum okkum, har lágorkukrevjandi sethús og bygningar vinna frama, samstundis um tað hendir stór menning innan tilgongd til bygging sum heild. Í grannalondunum er sett ferð á vøkstur av vitunarframleiðslu, vørum og tænastum innan orkurætta projektering og bygging, sum ávirkar og lyftir gerandisdagin hjá hópin av fólki, hvønn einasta dag.

Í Føroyum eru vit tíverri ikki komin ordiliga ígongd enn. Vit hava nógvar dugnaligar og framskygdar fyritøkur í byggivinnuni, men hava onga byggireglugerð havt, ið hevur tryggjað eitt javnt og høgt støði.

Nýggja byggireglugerðin FBR17 hevur verið galdandi frá 1 januar 2017. Vit á Byggitrygd fegnast um reglugerðina og veita dagførda ráðgeving um orkurætta bygging og orkunýtslu, samsvarandi krøvunum í FBR17.   

Byggitrygd er limur í Ráðgevarafelagnum, sum er skipað undir Vinnuhúsinum.

Hjá tryggingarfelagnum QBE Insurance, Danmark, hava vit professionella ábyrgdartrygging fyri okkara ráðgeving.