bk17 orkukarmur

Skalt tú undir nýbygging, uppíbygging ella umbygging av verandi húsi, so er krav í bygningskunngerðini um, at tú skjalprógvar orkutørvin.

Skjalprógvið skal sendast til byggimynduleikan saman við byggiloyvisumsóknini.

BK17 bygningskunngerðin

Í bygningskunngerðini er krav um, at bygningar skulu byggjast soleiðis at sleppast kann undan óneyðugari orkunýtslu til upphiting, heitt vatn, køling, ventilatión og ljós.

Fyri nýbygging er galdandi, at orkukarmurin skal roknast við forritinum Be15, meðan tað í øðrum førum er nóg mikið at skjalprógva hitatapið gjøgnum konstruktióninar (U-virðið).

Í samband við umvælingar er ikki altíð neyðugt við byggiloyvi. Tó hevur eigarin skyldu til, smb. BK17 at skjalprógva, at hitatapið í konstruktiónum yvirheldur krøvini í byggireglugerðini.

Um krøvini ikki verða hildin, skal skjalprógvast við eini rentabilitet-útrokning, at tað ikki loysir seg fíggjarliga at halda krøvini.

 

Orkukarmur

Har orkukarmur er ásettur, skal orkutørvurin verða roknaður út við forritinum Be15, sum er partur av “SBi-anvisning 213, Bygningers energibehov”

BK17 – kap. 7.2.2

Fyri bústaðir, studentagarðar, næmingaheim, hotell o.a. má samlaði tørvurin hjá bygninginum á tilfluttari orku til upphiting, luftskifti, køling og heitt nýtsluvatn pr. m² upphitað hæddarvídd í mesta lagi vera 70 kWh/m²/ár. Afturat hesum skal leggjast 2200 kWh/ár býtt við upphitaðu hæddarvíddini.

BK17 – kap. 7.2.3

Fyri skrivstovur, skúlar, stovnar o.a. má samlaði tørvurin hjá bygninginum á tilfluttari orku til upphiting, luftskifti, køling, heitt nýtsluvatn og ljós pr. m² av upphitaðari hæddarvídd í mesta lagi vera 95 kWh/m²/ár. Afturat hesum skal leggjast 2200 kWh/ár býtt við upphitaðu hæddarvíddini.

 

Nær er tørvur á dokumentatión?

  • Nýbygging
  • Broytt nýtsla og afturatbygging
  • Umbygging, viðlíkahald og útskifting
  • Minsta hitabjálving

 

Hetta gera vit:

  • Útrokning av orkukarmi
  • Útrokning av bjálvingarvirðum (U-virði)
  • Útrokning av rentabiliteti
  • Skjalprógv til byggimynduleikan