víðkað bjálvingarkjekk

Við røttu amboðunum er lættari at finna møguleikarnar

Hevur tú longu tikið avgerð um, at gera ábøtur á húsini fyri at minka um orkunýtsluna, men ivast eitt sindur í hvussu best er at fara í gongd og ikki orduliga veist hvussu tú fært sum mest burturúr, so kunnu vit gera eitt víðkað bjálvingarkjekk fyri teg.

Eitt víðkað bjálvingarkjekk umfatar eina grundigari gjøgnumgongd av bjálvingarstøði og tættleika í øllum húsinum, enn við einum ókeypis bjálvingarkjekki.

Tá er meira talan um at vit leita eftir møguleikum, ið bæði leiða til orkusparingar og sum eru við til at bøta um inniumhvørvið í húsinum. Við termografering og mátingum av hita, fukti og Co2 í inniluftini, fært tú eina heildarmynd av standinum, sum ger tað lættari at raðfesta hvussu farast skal í gongd.

Endamálið við kanningini er, at geva tær eitt gott grundarlag fyri at raðfesta ymsu møguleikanar at minka um orkutørvin, og samstundis at tryggja góðskuna á inniluftini.

Byggitrygd er limur í ráðgevarafelagnum og hevur ráðgevaratrygging hjá QBE Danmark.

Umbið eitt Bjálvingakjekk her.