Vegleiðandi orkumerki

Orkunýtsla pr. fermetur árliga

Ein góður máti at fáa eina greiða mynd av orkunýtsluni, og sum eisini kann samanberast við onnur hús, er at rokna út hvussu nógvar kilowatt tímar húsini brúka árliga, fyri hvønn upphitaðan gólvfermetur.

Orkumerki

Royn roknaran niðanfyri og rokna út tína orkunýtslu til hita og heitt vatn, og samanber við onnur um tú brúkar meira orku enn neyðugt. Orkumerkið skal skiljast sum vegleiðandi.

Flyt grønu knøttanar so húsastødd og nýtsla passar til tíni hús. Knøttin við oljuprísinum kann tú flyta, fyri at síggja støðuna við ymiskum oljuprísum.

Vegleiðandi orkunýtsla pr. fermetur

Nýggj lágorkuhús,    20-50 kWh/ár

Nýggj 2020 hús,        50-70 kWh/ár

Nýggj BK17 hús,        70-90 kWh/ár

Miðalhús 0-20 ár,     90-130 kWh/ár

Miðalhús 20-40 ár, 130-180 kWh/ár

Eldri hús annars,    180-250 kWh/ár

Omanfyri nevndi orkutørvur er fyri vanlig hús, ið ikki eru endurbjálvaði ella á annan hátt orkualbøtt.

Aftaná endurbjálving og orkualbøting kann ofta nógv orka sparast, serliga í eldri húsum. Tá er ikki óvanligt at kunna minka orkunýtsluna við 50-75%.

Vegleiðandi tølini omanfyri skulu ikki skiljast sum avgjørdar flokkingar, men sum vegleiðandi fyri vanlig hús. Tíni hús kunnu hava bæði hægri og lægri orkutørv enn hesar flokkingar benda á.

Áseting av orkumerki umfatar bert beinleiðis orkutørvin til hita og heitt vatn. Ongin almenn føroysk skipan er, tí hava vit gjørt okkara egnu skipan við íblástri frá donsku skipanini ”Energimærkning”.

–  Størri orkunýtslan hjá tær er, størri er lønsemið við at endurbjálva  –

Ofta er loftið eitt tað mest lønandi staðið at byrja, um mann ætlar at minka um orkunýtsluna.

Ikki er óvanligt, at bara við at tetta og endurbjálva eitt ótætt og illa bjálvað ovastaloft, kann sparast so nógv í orkuútleiðslum, at øll íløgan er spard innaftur uppá 3-5 ár. Aftaná hetta er talan um eina kontanta sparing hvørt ár, á nógvar túsund skattafríðar krónur árliga.

Samstundis er talan um at gera eina íløgu í húsini, sum lækkar rakstrarkostnaðin av at búgva í húsinum, samstundis sum húsavirðið hækkar.

Ofta er tann stórsti ágóðin tó als ikki tann fíggjarliga sparingin, men heldur tað betraða  inniumhvørvið. Inniluftin verður beinanvegin bæði flógvari og turrari, og hitin kennist javnari.

Minni biologiskur aktivitetur verður tá í inniluftini og luftin kennist tí betri at anda inn. Vandin fyri blámusoppi minkar og nøgdin av støvmottum og øðrum smákyknum minkar eisini munandi – inniumhvørvið betrast tí frá degi til dags.