Bygningsbjálving

Okkara útgangsstøði í samband við bjáving og tetting er altíð, at tú fært eini sunn og haldfør hús uttan trupuleikar við fukti o.ø. – og at orkunýtslan samstundis er so lág sum gjørligt.

Vit mæla til at fylgja Orkuvarðanum og byrja við at minka um orkutørvin, og enda við at velja orkuskipan – soleiðis fært tú mest fyri tínar pengar.

Endurbjálving

Íløga í endurbjálving er vanliga skjót at spara inn aftur. Um íløgan verður fíggjað við bíligum orguláni, kann enntá ofta sparing fáast frá fyrsta degi. Tað er eisini eitt sindur hugaligari at gjalda til síni egnu hús, enn til ein orkuveitara – óansæð um mann brúkar olju ella streym at hita húsini við.

Ynski um orkusparing er ofta primera grundgevingin fyri at bjálva húsini væl, men fyri tey sum hava endurbjálvað síni hús, er tað minst líka ofta betraða inniluftin, sum tey gleðast um.

Nýbygging

Í dag bjálva vit tó líka nógv nýggj hús, sum vt endurbjálva gomul hús. Serliga er tað lætta arbeiðsgongdin og munagóða bjálvingarvirðið við blásibjálving, ið ger munin.

Vit hava til dømis bjálvað óteljandi nýggj sethús,  32 nýggj raðhús á Kongavarða og 12 nýggj raðhús á Oðinshædd. Eisini fleiri størri bygningar, so sum íbúðarbygningar á Løgmannabreyt, nýggja politistøðin og Hotel Brandan, eru bjálvaðir við blásibjálving frá okkum.