ókeypis bjálvingarkjekk
Hvat av hesum húsunum mann vera endurbjálvað á loftinum?
Ynskir tú at minka um orkunýtsluna ella at fáa eitt betri inniumhvørvi, so er kanning av bjálvingarstøðinum besta staðið at byrja. Tryggja tær, at húsini eru tøtt og væl bjálvaði, og at luftskiftið er nøktandi.
Við einum ókeypis bjálvingarkjekki frá Byggitrygd kemur tú trygt í gongd. Vit eru góðkendur isolatør undir NVIRO CBI Papiruld, og hava meira enn 10 ára royndir við at bjálva føroysk hús – bæði nýggj og gomul.
Endamálið við kanningini er, at staðfesta um tørvur er á endurbjálving og at kanna um bygningslutinir eru egnaðir at endurbjálva, so tú fært eina fakliga trygga bjálvingaloysn. Samstundis kunnu vit geva tær eitt gott tilboð, ið er grundað á ítøkiligu umstøðurnar.
Byggitrygd er limur í ráðgevarafelagnum og hevur ráðgevaratrygging hjá QBE Danmark.