Byggitrygd søkir eftir bjálvara

Hevur tú áhuga fyri orkusparandi og grønum loysnum, sum tryggja, at komandi ættarlið fær eina trygga og burðardygga framtíð, sum er góð fyri umhvørvið, heilsuna og pengapungin? 

So er tað kanska tær, vit hava brúk fyri.

Vit í Byggitrygd hava ein greiðan politikk, tá tað snýr seg um orkusparandi loysnir, sum vísa samfelagsábyrgd – og av tí at tað eru fleiri og fleiri kundar, sum velja okkara orkuloysnir, so hava vit brúk fyri fleiri starvsfeløgum. 

Vit hava brúk fyri einum starvsfelaga, sum kann gera bjálviarbeiði og lættari byggiarbeiði í sambandi við hetta, men sum eisini ynskir at blíva serfrøðingur innan nýmótans bjálving.

Arbeiðsøki:

  • Bjálving av nýggjum og gomlum húsum/bygningum við pappírsull og træfipurull.
  • Bjálving av hitarørum og ventilatiónsrørum við mineralull.
  • Lættari handverksarbeiði innan timbur.

Vit vænta, at tú:

  • hevur royndir innan timburarbeiði, og hevur gott hegni og áhuga fyri handverki.
  • hevur hug at menna teg fakliga og hevur áhuga fyri orkusparandi og umhvørvisvinarligum loysnum.
  • hevur góð samstarvsevni og kanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
  • ert álitandi, fyrikomandi og kundavinarlig/ur.
  • ert nærløgd/nærlagdur og røkin.
  • hevur koyrikort til persónbil (B).

Løn og setanartreytir:
Løn og setanartreytir verða samsvarandi førleikum, útbúgving og royndum.

Meira at vita:
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Jens Paula Dahl, á tlf. 239099.

Umsókn
Er hetta nakað fyri teg, so send okkum sum skjótast eina umsókn saman við CV og møguligum prógvum og viðmælum til jpd@byggitrygd.fo

Tú fært góða upplæring í arbeiðnum, tí tað er sera týdningarmikið, at arbeiðið verður rætt gjørt, bæði fyri kundan og fyri okkum.