projektgransking

Óheft gjøgnumgongd av projekttilfarinum áðrenn byrjað verður at byggja, sparir ofta byggiharranum bæði pening og tíð, tí tá slepst undan at gera óneyðug byggiteknisk mistøk.

Tryggja tær, at tú fært eina haldgóða loysn, bæði byggitekniskt og í mun til inniklima og orkunýtslu.

Hví brúka óhefta projektgransking?

Teir bíligastu feilirnir eru teir, sum verða fangaðir, áðrenn verkætlanin er sett í gongd.

Endamálið við óheftari projektgransking er at finna týðandi mistøk og ófullfíggjaðar byggitekniskar loysnir, áðrenn byrjað verður at byggja ella umvæla.

Tað er ikki óvanligt, at smærri ella størri feilir eru í projekteringini, ið kunnu hava stórar neiligar avleiðingar á samlaða projektið.

Tá nýggj óheft eygu kanna projektið, er ofta lættari at síggja hesi brekini, soleiðis at verkætlanin verður tryggari.

Nógvir pengar at spara

Kanningar aðrastaðni vísa, at nógvir pengar kunnu sparast av samlaða projektkostnaðinum, við at brúka óhefta projektgransking áðrenn byrjað verður at byggja.

Á danska marknaðinum er talan um milliardaupphæddir árliga.

Óheft projektgransking er helst bæði effektivasta og bíligasta mannagongd, fyri at tryggja haldbæri á projektinum og samstundis minimera vandan fyri at innbyggja brek í bygningin longu frá byrjan.

Tekningar og konstruktiónslýsingar

Vit kanna, um samanhangur er millum tað, ið er teknað og tað, ið er lýst við teksti. Eisini verður kannað, um detaljur eru loystar á ein byggitekniskt nøktandi hátt.

Hetta fyri at tryggja, at handverkarin veit hvat hann skal geva tilboð uppá, og at onki ivamál er hvussu byggjast skal tá farið verður í gongd.

Bygningsfysikkur og inniklima

Vit kanna, um vandi er fyri kondensi og upphóping av fukti í konstruktiónunum.

Eisini kanna vit, um tilfarsvalið er egnað – serliga í samband við fukt og tættleika.

Kuldabrúgvar og manglandi bjálving av smálutum eru ofta orsøk til kondens, sum við tíðini viðførir, at fuktur upphópast í tilfarinum.

Avleiðingin kann tá vera soppavøkstur, munandi meira viðlíkahald og styttri livitíð á bygningslutunum, enn væntað.

Orkunýtsla

Vit kanna um orkutørvurin til upphiting kann minkast, uttan at broyta projektið annars.

Hóast krøvini í byggireglugerðini verða hildin, eru ofta bert smáar broytingar, ið skulu til fyri at minka enn meira um orkutørvin – ofta uttan nakran eykakostnað yvirhøvur.

Byggireglugerðin

Vit kanna um bygningslutirnir yvirhalda krøvini í byggireglugerðini, primert í samband við orku og bygningsfysikk.