Orkuvarðin

HVÍ BRÚKA ORKUVARÐAN?

Elektrifisering og orkusparing

Um tú vilt spara so nógvar pengar, orku og CO2 sum gjørligt, ræður um at gera tingini í rættari raðfylgju. Alt í húsinum/bygninginum hongur saman soleiðis, at tú altíð fært besta úrslit, um støði verður tikið í orkuvarðanum frá byrjan. Bæði tá tú skalt umvæla og byggja nýtt.

Elekrifisering, ella umlegging til hitapumpu, førir ikki til nakra orkusparing í sær sjálvum. Eini ótøtt og illa bjálvaði hús hava neyvt sama orkutørv við eini hitapumpu sum við eini oljufýring, og mann fær onki annað enn bara eina aðra orkuskipan. Húsini verða hvørki heitari ella betri at búgva í.

Hitapumpan má tá hava sama framleiðsluhita sum oljufýringin hevði. Hetta gevur ein munandi dýrari rakstur av hitapumpuni og íløgan kann tá vísa seg at vera trupul at spara inn aftur.

Endamálið við Orkuvarðanum

At minimera orkutørvin við at bjálva, tetta, endurnýta og stýra orkuni, er munabesti háttur at minka um samlaðu dálkingina, ið stavar frá upphiting av húsum og bygningum – hetta er galdandi fyri bæði verandi og fyri nýggj hús.

Tá loysir tað seg nærum altíð at skifta til hitapumpu. Hon kann tá vera bæði minni og bíligari, og hava ein munandi lægri framleiðsluhita enn annars. Av tí sama er hon tá bæði bíligari at keypa og at reka. 

Samstundis fært tú eini lýggjari hús uttan gjóstur, fótakulda og fukttrupuleikar. Tann góða inniluftin skapar betri trivnað inni og avmarkar vandan fyri sjúkradøgum vegna ovurviðkvæmi o.a.

Hevur tú so eisini lágorkukrevjandi hvítvørur og endurvinnur ókeypis hita, t.d. tróðurhita ella sólhita, er tørvurin á tilførdari orku enn lægri.

Ofta ber til at spara so nógva orku við at minka um orkutørvin, at sparingin røkkur til at gjada alla íløguna aftur. Ístaðin fyri at gjalda fyri orku, rindar tú sparingina inn á lánið fyri umvælingina.

Fíggjarstovnurin fær tá eisini betri trygd fyri teirra láni, tí haldførið og virðið á ognini hækkar.