Hvat er pappírsull?
Pappírsull er bjálvingartilfar, sum verður framleitt úr sellulosutrevjum frá avlops- og endurnýtlsudagbløðum.
Sellulosutrevjur hóska sera væl til bjálvingartilfar, tí tær eru opnar innan og fyltar við luft, sum virkar bjálvandi øvut heilum og tættum trevjum. Dagbløðini verða fínmalin í kvørn og síðani viðgjørd ella impregnerað móti eldi, roti, soppi og skaðadýrum.
Papírsull verður blást inn við slangu og kann m.a. brúkast at bjálva við í hesum støðum:
- Flatum taki
- Lofti
- Skráveggi
- Skilaveggi
- Løttum útveggi (timburveggi)
- Tungum útveggi (holveggi)
- Hæddaskilagólvi
- Væðing
- Krúpikjallara
- Serliga tjúkkum holveggi, sum finst í lágorkubygging
Ein heit dýna av bjálving.
Isocell pappírsull er eitt sokallað bjálvingargranulat. Tað vil siga, at tilfarið lagar seg eftir umstøðunum. Tað kann t.d. vera ringt at skera bjálvingarmottur til og leggja tær við góðum úrsliti, serliga uttan um rørleggingar og sperrur. Tað gevur vanda fyri kuldabrúgvum, har varmin lættliga sleppur út. Úrslitið er størri hitarokning og vánaligari inniluft.
Bjálvingin legst javnt í allar rivur og sprungur. Hon leggur seg sum ein heit dýna uttan nakað slag av samlingum ella vánaligum tilskeringum, sum ofta er við bjálvingarmottum.
Bjálvingarmottur kunnu vera ringar at skera til og fáa at liggja tætt uttan um rørføringar og millum sperrur. Ofta verða rivur og sprungur millum sperrur og bjálvingartilfarið.
Pappírsull leggur seg tætt út móti sperrum. Á henda hátt slepst undan rivum og sprungum, har varmin sleppur upp.
Isocell pappírsull hevur nógvar góðar eginleikar:
- Góða brandmótstøðu
- Góð bjálvingarevni
- Óneyðugt við dampsperru
- Munadygg ljóðbjálving
- Fukttransporterandi
- CO2 vinalig framleiðsla
- Góð inniluft
- Skjót og løtt bjálving
- Einki rot, blámusoppur ella skaðadjór
- Lætt at sleppa til innleggingar
- Svensk framleiðsla