timburarbeiði
Timburarbeiði í samband við bjálving
Fleiri ynskja at bjálva loft, skilagólv, veggir o.a., men sleppa ikki ígongd, tí tey fáa ikki handverkara at gera neyðuga timburarbeiðið ið skal til, fyri at gera klárt at bjálva.
Um tú í hesum sambandi manglar handverkara, so kunnu vit møguliga hjálpa tær.
Talan kann t.d. vera um at skifta loftstiga ella væðingshurðar, gera gongubreyt á loftinum, klæða og tetta væðingsveggir etc. – alt eftir hvat skal bjálvast.
Tó átaka vit okkum ikki vanligt timburarbeiði, so sum at skifta køk, vindeygu, klædning ella tak etc.