Bjálvingarkjekk

Eitt ókeypis bjálvingarkjekk er púra óbindandi fyri teg. Tað er ein ókeypis tænasta, har vit koma á staðið at kanna umstøðurnar og gjøgnumganga teir bygningslutir tú umhugsar at endurbjálva og tetta.

Vit ráðgeva tá eisini ókeypis um bygningsfysisk atlit, ið eiga at verða tikin í hesum sambandi. Bæði í samband við sjálva bjálvingina og um møguligt forarbeiði, ið verður neyðugt at gera áðrenn tað er forsvarligt at bjálva og tetta.

Ráðgevingin er munnlig og frágreiðing verður ikki skrivað. Vit mæla tí til, at tit notera so hvørt vit gjøgnumganga bygningslutinar.

Um tú samstundis ynskir eitt víðkað bjálvingarkjekk, kann hetta tilveljast niðast í oyðiblaðnum.

Bjálvingarkjekk

Leave this field blank

Tá vit hava móttikið fyrispurningin seta vit okkum í samband við tykkum sum skjótast, fyri at avtala eina tíð til eina vitjan.