Kostnaðarmeting - bjálvið loftð sjálvi
Um tit umhugsa at bjálva ella endurbjálva við pappírsull, og ynskja at gera bjálviarbeiðið sjálvi við bjálvimaskinu, so kunnu vit levera bjálvingina og læna tykkum útgerðina.
Bjálving og bjálvimaskina er tá í einum vørubili (vanligt koyrikort), sum tit læna ókeypis frá okkum.
At læna vørubilin við bjálvimaskinuni er ein løtt loysn sum tey flestu megna, bara við eitt sindur av hegni til handverk. Maskinan er løtt at brúka og bjálvingin skal ikki berast inn á loftið, men verður blást inn við slangu frá maskinuni í bilinum.
Flest allir bygningslutir eru egnaðir at bjálva á henda hátt, men mest upplagt hjá óroyndum bjálvara er, at bjálva á loftinum – bæði í samband við nýbygging og endurbjálving.
Upplýsingarnir tú sendir okkum verða einans brúktir til at senda tær eina kostnaðarmeting.
Kostnaðarmeting: Bjálvið loftið sjálvi
Tá vit hava móttikið oyðiblaðið gera vit eina vegleiðandi kostnaðarmeting, sum vit senda tær við telduposti.