Kostnaðarmeting - útveggur
Um tú umhugsar at bjálva ella endurbjálva við pappírsull, so kunnu vit gera tær eina skjóta og óbindandi kostnaðarmeting.
Á tann hátt vita bæði tú og vit eitt sindur meira um uppgávuna, áðrenn farið verður víðari við eini vitjan á staðnum og einum ítøkiligum tilboði.
Upplýsingarnir tú sendir okkum verða einans brúktir til at senda tær eina kostnaðarmeting.
Kostnaðarmeting: Útveggur
Tá vit hava móttikið oyðiblaðið gera vit eina vegleiðandi kostnaðarmeting, sum vit senda tær við telduposti.
Um kostnaðarmetingin er áhugaverd og tú ynskir eitt ítøkjuligt tilboð, er næsta stigið eitt Ókeypis Bjálvingarkjekk.
Eitt ókeypis bjálvingarkjekk merkir, at vit koma á staðið fyri at kanna umstøðurnar nærri og at máta upp til eitt ítøkiligt tilboð. Eisini ráðgeva vit tá ókeypis um bygningsfysisk atlit, ið eiga at vera tikin í samband við bjálvingararbeiðið, og eisini hvussu konstruktiónin kann gerast klár til bjálvingina.