Um Papiruld Danmark A/S
Byggitrygd Spf. umboðar Pappírsull frá Papiruld Danmark A/S í Føroyum. Tað er ein donsk framleiðslu vøra, sum hevur verið framleidd í Hillerød síðan 1989.
Framleiðarin hevur tí drúgvar royndir og umfatandi fakliga servitan, sum vit altíð hava møguleika at nýta.
Pappírsull verður í høvuðsheitinum framleidd av donskum dagbløðum. Eftir danskari lóggávu frá 1988 má prentsvertan í donskum dagbløðum einans vera gjørd av fiskaolju, rapsolju v.m. og litevnini skulu vera góðkend til matvøru.
Teknologisk Institut hevur støðugt góðskueftirlit við Pappírsull.